Duty Free søkir eftir leiðara til kafé á flogvøllinum

Duty Free søkir eftir leiðara til kafé á flogvøllinum

Í næstum letur Duty Free nýggja kafé upp, og í tí sambandi sóknast vit eftir leiðara. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeitt verður allar dagar í vikuni og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna.

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, og tú verður við til at skapa kafé’ina frá byrjan. Tú fært ábyrgd av dagligu gongd­ini í kafe’ini, m.a. vøruúrvali, innkeypi, upplæring av starvsfólkum, umframt møguleika fyri at verða við til at menna kafé’ina. Leiðarin á kafé’ini verður partur av starvsfólkatoyminum hjá Duty Free.

Vit vænta, at tú…

- Ert tænastusinnað/ur og hevur hug og hegni at veita kundum okkara eina góða tænastu og at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

- Ert sera røkin og heldur reinførið høgt í hevd.

- Hevur royndir frá kafé ella matstovu.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært avtalu.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV), møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 1. mars 2021 .

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Vivian Ole-Jacobsen á tlf. 224249 ella teldupost [email protected]

GG: Ein treyt fyri at arbeiða í Vága Floghavn er, at viðkomandi persónur hevur reina revsiváttan.