Varaleiðari til Gigni

Varaleiðari til Gigni

Ert tú heilsufrøðingur og ynskir tú at ávirka og vera við til at menna fakliga virksemið hjá Gigni, so er starvið sum varaleiðari í Gigni ein áhugaverdur møguleiki.

Um Gigni
Gigni er skipað bygnaðarliga undir Heilsutrygd, tó við sjálvstøðugari játtan á fíggjarlógini til heilsufakligu tænastuna.

Gigni virkar sambært løgtingslóg um “Fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung”, og umsitur heilsufrøðiliga tænastu til m.a. barnafamiljur, skúlabørn, skúlar, barnaverndartænastur og stovnar fyri børn og ung.

Um starvið
Varaleiðarin virkar í tøttum samstarvi við fakliga stjóran, sum hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni.

Varaleiðarin skal:
• Virka eftir fyriskipan fakliga stjórans
• Saman við fakliga stjóranum menna starvsfólk og tænastu
• Virka sum fakligur leiðari, tá fakligi stjórin er burturstaddur

Førleikakrøv
Gigni leitar eftir einum varaleiðara sum:
• Hevur lokið prógv sum heilsufrøðingur
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er álitisvekjandi
• Vísir myndugleika
• Megnar at seta nýggjar uppgávur í verk, og vera uppgávuleiðari

Løn- og setanartreytir
Varaleiðarastarvið er fulltíðarstarv, og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar, og er flokkað sum leiðari 3 (stig 9) sambært hesum sáttmálanum.

Varaleiðarin vísir til fakliga stjóran í Gigni.

Starvið verður sett frá 1. august 2021, ella eftir nærri avtalu. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 24.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd, tlf. 794002, ella teldupost [email protected].

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti av CV, prógvi og løggilding, viðmælum o.ø., skal sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

ella við telduposti á [email protected].

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. juni 2021, kl. 12:00.