Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir innan bygningsumsiting.

Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Tú skalt m.a. røkja og hava umsjón við bygningunum og økjunum uttan um bygningarnar. Eisini skal húsavørðurin gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk og loysa trupulleikar, tá ið á stendur.

FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum húsavørður, skal helst hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi viðkomandi útbúgving. Harafturat skal húsavørðurin:

·       duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva

·       hava evni til at seta seg inn í ymiskar sjálvvirkandi stýrisskipanir

·       kunna loysa trupulleikar, tá ið á stendur

·       sjálvstøðugt kunna síggja og loysa smærri umvælingaruppgávur

·       vera fyrikomandi og hava gott handalag

·       trívast við broytingum og kunna samstarva við onnur starvsfólk og næmingar

·       verða ruddiligur

·       hava KT-førleikar á brúkarastigi

·       hava koyrikort til bil

 

LØN OG TREYTIR
Starvið á Glasi er fulltíðarstarv at seta 9. august 2021.

Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Egon Øregaard, tekniskan leiðara, á ego@glasir.fo

UMSÓKN

Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til ego@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 21. juni 2021.