Starv sum lastbilaførari

Starv sum lastbilaførari

Felagið Sp/f Thomsen søkir bilførara at koyra í miðstaðarøkinum.

Sp/f Thomsen er eitt felag í vøkstri. Vit røkja lastbilakoyring um alt landið. Felagið hevur í løtuni 8 lastbilar og fleiri eru ávegis.

Tú verður partur av einum toymi av førarum og leiðara, sum eru við at byggja eitt sterkt felag upp. Sostatt verður tú partur av grundini í felagnum.

Einastu førleikakrøv eru, at tú hevur stóra koyrikortið, ert nærløgd/lagdur, ágrýtin og arbeiðssom/samur.

Talan er um starv við skiftandi vaktum. Løn sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tórhall Thomsen, stjóra, á tel. 21 19 21.