Frítíðaravloysarar til Suðuroyar Sjúkrahús

Frítíðaravloysarar til Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir frítíðaravloysarum fyri:

· sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini í tíðini 1. juni – 31. august

· sjúkrarøktarfrøðingar á skurðdeildini 19. juni – 21. august

· anæstesisjúkrarøktarfrøðingar 26. juni – 21. august

· læknaskrivarar í juli og august

· fysioterapeutar og ergoterapeutar 1. juni – 31. august

· bioanalytikarar í 1. juli – 31. august

· starvsfólk í ambulansatænastuni í juni, juli og august

· starvsfólk á vaskarínum í juni, juli og august

· reingerðarfólk á ymsu deildunum í juni, juli og august

· køkshjálparar í juli og august.

Skrivlig umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected]

Umsóknarfreist: 23. februar 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar. heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.