Ert tú okkara nýggi  skrivstovunæmingur?

Ert tú okkara nýggi skrivstovunæmingur?

ANSNI leitar eftir einum nýggjum næmingi og møguliga er tað júst tær vit leita eftir!

Vit leitar eftir einum næmingi, at byrja seinast hálvan juli 2021. ANSNI er ein trygdarfyritøka við 4 tænastubólkum, ANSNI- Vaktartænasta, Tøkni, Call-sentur og Tilbúgving, ið starvast yvir alt Føroyar.

Tínar uppgávur koma at fevna um:
• móttøku
• bílegging
• roknskap
• samskifti við viðskiftafólk
• telefonavgreiðslu fyri okkum og kundar okkara

Vit vænta at tú hevur:
• ídni at læra
• jaligt og lætt fyrikomandi sinni
• áhuga, ert røkin og álítandi
• góð samstarvsevnir

Vit bjóða tær eitt lærupláss við:
• spennandi umhvørvi
• nógvum starvsavbjóðingum
• gevandi og mennandi uppgávum
• góðum starvsfeløgum

Krøv:
• reina revsiváttan

Starvsstaður: Hoyvíksvegiur 61, Tórshavn.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála.

Freist at søkja er fríggjadagin hin 18. juni 2021.

Um tú ynskir at hoyra meira, so frætta vit fegin frá tær. Ring og fá eitt prát við Helga Justinussen, stjóra, á tel.nr. 606060, ella send eina umsókn á [email protected].