Sjúkrarøktarfrøðingur til tíðaravmarkað starv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Sjúkrarøktarfrøðingur til tíðaravmarkað starv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til tíðaravmarkað starv á seingjadeildini í tíðarskeiðinum 1. mai 2023 til og við 30. apríl 2024.

Arbeiðstíðin er 28 tímar um vikuna svarandi til brot 0,7 í skiftandi vaktum.

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi, nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at umsøkjarar:

· seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti

· hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum

· hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

· kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini

· hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

· hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:

· ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað

· arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar

· mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins

· skipaða innleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.

Setanartreytir:

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost [email protected].

Umsókn við CV skal sendast til [email protected] í seinasta lagi 10. apríl 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.