Tínir upplýsingar




    *Skjal skal viðheftast

    18 ár

    Kunning
    KJ søkir mekanikarar

    KJ søkir eftir mekanikarum til smiðjuna í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt.

    Vit bjóða

    – Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
    – Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
    – Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
    – Egnan montørbil

    Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Sum mekanikari hjá okkum kemur tú í stóran mun at taka tær av umvælingum, eftirlitum og klárgering av trukkum frá Linde, umframt at annað vanligt smiðjuarbeið av aðrari útgerð kann væntast. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.

    Vit vænta av tær:

    Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørnaskin mekanikari ella líknandi, ella royndir við sýn og viðlíkahald av trukkum og liftum. Koyrikoyrt til persónbil er ein fyrimunur.

    Meir at vita

    Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51

    Umsókn, løn og setanartreytir

    Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mars 2024. Send okkum tína umsókn á starv@kj.fo ella søk umvegis heimasíðu okkara.

    Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

    Umsóknarfreistin er 29. mars