Starv hjá Bústøðum

 

STARVSFÓLK TIL UMSITINGARDEILDINA

Bústaðir hava í dag 422 leigubústaðir, og fleiri enn 100 aðrir eru í gerð, og uppaftur fleiri eru ávegis. Okkum tørvar ein starvsfelaga til at arbeiða við okkara umsitingarskipan, journalskipan og við kunningartilfari.

Við so nógvum leigubústøðum í rakstri og fleiri í gerð ella ávegis verður ein týðandi uppgáva hjá nýggja starvsfelaganum at hjálpa til við skráseting og uppfylgjan av leigumálum, leigarum og húsaleigum í umsitingarskipanini. Umframt at seta upp og orða kunningartilfar til tíðindaskriv, okkara heimasíðu og leigararnar og til at taka sær av øðrum umsitingarligum uppgávum.

Starvssetanin verður á umsitingardeildini, men við markamóti og eisini uppgávum á fíggjardeildini.

 

UM TEG

Vit sóknast eftir einum skrivstovufólki, sum hevur umsitingarligar royndir, gjarna við leigubústøðum ella bústaðamarknaðinum. Vónandi hevur tú arbeitt við ognar- og leiguumsitingarskipan, við bókhaldi, journalskipan og við at orða og framleiða kunningartilfar. Uppgávurnar koma eisini at fevna um framvísan av leigumálum og samskifti við leigarar og limir. Vit vænta tí, at tær dámar, og at tú dugir at samskifta við mong ymisk fólk.

Vit vænta, at tú ert fryntlig/-ur og álítandi, kanst arbeiða sjálvstøðugt, trívist við at hava nógvar ymiskar uppgávur, og at tú dugir væl at samstarva og samskifta. Tað er eitt krav, at tú hevur góðar kt-førleikar.

 

VIT BJÓÐA TÆR

Eitt spennandi starv í einum sera broytiligum umhvørvi, har tú fært alskyns umsitingarligar uppgávur.

Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum í apríl 2023. Løn sambært sáttmála.

 

UMSÓKNARFREIST

Freistin at søkja er hósdagin 23. mars 2023. Umsóknir skulu sendast til starv@bustadir.fo. Væntandi verða setanarsamrøður í viku 13.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Allan T. Skaalum, umsitingarleiðara, á telefon 213701.