Køks- og reingerðarfólk til Nema Klaksvík

Køks- og reingerðarfólk til Nema Klaksvík

Um starvið: 

Tann, ið verður settur í starv, kemur at hava kantinuna hjá Nema í Klaksvík um hendi, umframt reingerð av hølunum. Har starvast í løtuni 18 fólk.

Arbeiðið í kantinuni fevnir um at gera miðmála hvønn dag og morgunmat hvønn fríggjadag.

Reingerð fevnir um øll hølini, sum eru 330 fermetrar. Kravfesting til reingerð verður gjørd saman við setta starvsfólkinum.

Arbeiðið er mett at vera 30 tímar um vikuna og kann tað býtast millum tvey fólk, um ynski er til tess.


Førleikakrøv: 

Fólk við viðkomandi royndum hava fyrimun.


Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Hansen á tlf. 794256.

 

Umsóknir skulu sendast til [email protected] áðrenn 5. oktober 2021. Starvið verður sett skjótast til ber.