Skrivstovufólk/málsviðgeri

Skrivstovufólk/málsviðgeri

Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk/málsviðgeri er leyst at søkja á Studna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• Umsiting av lestrarlánum
• Telefon og avgreiðsla
• Aðrar skrivstovuuppgávur

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin:
• Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• Hevur førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Vit bjóða
• 
Eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum samskifti úteftir
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi
• Góðar starvsfelagar

Setanar- og lønartreytir
Starvið er lønt í 4. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Talan er um eitt ½-tíðar starv.

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við telduposti á [email protected].

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juni. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tlf. 555080.