Ís- og kaimaður til Faroe Origin, Toftir

Ís- og kaimaður til Faroe Origin, Toftir

Vit søkja eftir einum ábyrgdarfullum og fleksiblum persóni at taka sær av okkara ísvirki á Toftum.

Um starvið:
Dagliga arbeiði fevnir um rakstur av ísvirkinum, útflýggjan av ísi, og ymiskt vanligt viðlíkahald av ísvirkinum. Eisini umfatar starvið ymiskt fyrifallandi arbeiði á kaiøkinum so sum móttøka av fiski, avskipan av slógvi, kørum, o.a.

Væntast kann, at ein partur av arbeiðinum fellir uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Førleikakrøv:
• Vit vænta, at tú ert ein ábyrgdarfullur og fleksibul persónur, ið kann arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til skip og virkir, sum keypa ís frá okkum.

• Tað er ein treyt at tú hevur trukkskeið ella ert fús/ur til at taka trukkskeið skjótast tilber.

•Handverksalig útbúgving so sum smiður, maskinistur ella líknandi er ein fyrimunur.

Vilt tú vita meiri?
Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Eli Thomsen, framleiðsluleiðara á tlf 550 680 ella senda teldupost til [email protected].

Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected] og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. okt. 2019