Miðnám á Kambsdali søkir eftir fólki m/k at standa fyri matstovuni

Miðnám á Kambsdali søkir eftir fólki m/k at standa fyri matstovuni

Hevur tú útbúgving sum kokkur, økonoma ella líknandi, og viðkomandi royndir, so gleða vit okkum til at fáa eina umsókn frá tær. Starvið verður at byrja tann 1. august 2021 ella skjótast møguligt eftir hetta, og arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 7 á morgni til kl. 3 seinnapart. Matstovan hevur opið, tá skúlin er opin.

Vit vænta eitt starvsfólk, ið er
• 
ábyrgdarfult, lagaligt og sjálvstøðugt
• jaligt, glaðlynt, tænastuvinarligt og samstarvssinnað
• treyst og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
• vinarligt mótvegis brúkarunum, sum fyri tað mesta eru ung fólk
• kveikjandi og vegleiðandi mótvegis starvsfeløgunum í matstovuni

Vit bjóða
• 
eitt sjálvstøðugt starv, har tú saman við toyminum skipar tín egna dag og leggur dagarnar á matstovuni til rættis
• yvir 500 ungar og glaðar brúkarar, umframt góðar starvsfelagar

Til gerandis eru tínar uppgávur, at
• matgera, baka og annað praktisk arbeiði
• leggja matskránna til rættis
• standa fyri at keypa inn til køkin
• servera og selja
• leggja til rættis og matgera í sambandi við smærri og størri tiltøk á skúlanum
• skipa fyri øðrum uppgávum

Setanartreytir og umsóknarfreist
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Áhugað, ið hava spurningar, kunnu venda sær til Páll Larsen, fíggjarleiðara á tlf. 790320.

Umsóknir skulu verða Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. juli 2021 á middegi. Send umsóknina við telduposti til [email protected] ella við brævi til Miðnám á Kambsdali, Dalsvegur 1, 530 Fuglafjørður.

Á Miðnámi á Kambsdali ganga umleið 500 næmingar, og her starvast umleið 70 lærarar umframt húsavørð, skrivstovu- og reingerðarfólk. Í matstovuni starvast 3 fólk. Matstovan er, sum vera man, ein sentralur partur av gerandisdegnum og hevur stóran týdning fyri trivnaðin á skúlanum.