Fíggjarleiðari til Vinnuháskúlan

Fíggjarleiðari til Vinnuháskúlan

Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Vinnuháskúlan. Fíggjarleiðarin skal vera við til at tryggja eina skynsama og effektiva fíggjarstýring av skúlanum, og starvið er bæði áhugavert og avbjóðandi. Uppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um at:

• Leggja fíggjarætlan
• Umsita lønir og gera lønarframrokningar
• Skipa avgreiðslu av lønum og setanarbrøvum
• Ráðgeva í sáttmálaviðurskiftum
• Tryggja hóskandi mannagongdir innan fíggjarøkið
• Standa fyri bókhaldinum og skipa arbeiðið
• Skipa og greina hagtøl fyri maritimu útbúgvingarnar

VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:
• 
Hægri útbúgving og royndir innan búskap og fíggjarstýring
• Góð samstarvsevni
• Góð evni at samskifta
• Dugir/dámar at arbeiða sjálvstøðugt

Harumframt er tað ein fyrimunur (ikki eitt krav), um tú hevur kunnleika til Búskaparskipan Landsins, maritimu vinnuna og útbúgvingarøkið.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til stjóran. Starvið verður sett frá 1. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu. Viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.

UMSÓKNIR
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu [email protected] ella á telefon 51 72 20.

Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til [email protected]. Viðmerk "Fíggjarleiðari til Vinnuháskúlan”. Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 19. august 2022

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.

UM VINNUHÁSKÚLAN
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo