MÓTTØKUFÓLK TIL WAAG.

MÓTTØKUFÓLK TIL WAAG.

Vit søkja eftir einum fólki til verkstaðsmóttøkuna hjá okkum at byrja skjótast til ber.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einari fyritøku í stórari menning og við nógvum avbjóðingum fyri framman.

Sum móttøkufólk á verkstaðnum hjá okkum fert tú at arbeiða tætt saman við leiðsluni á verkstaðnum. Vit vilja, tú skalt vera við til at menna og betra um arbeiðsuppgávur og mannagongdir í móttøkuni, so at vit framhaldandi kunnu veita kundum okkara ta góðu tænastuna, sum krevst av okkum. Samskifti og planlegging eru týðandi partar av arbeiðsuppgávuni.

Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, tekur ímóti nýggjum arbeiðsuppgávum sum spennandi avbjóðingum og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paula Waag, stjóra, á tlf. 214784 ella telduposti [email protected].

Umsókn skal sendast til [email protected] í seinasta lagi 30. juni 2021.