Grant søkir roynt sølufólk

Grant søkir roynt sølufólk

Starvið fevnir um ráðgeving og sølu til øll viðskiftafólk okkara, privat, byggifyritøkur, timburhandlar og onnur.

Starvið krevur at tú ert væl skipað(ur) og málrættað(ur) í tínum søluarbeiði. Og at tú ert álítandi og álitisvekjandi.

 

Vit vænta at tú hevur royndir sum sølufólk, gjarna innan byggivinnuna, men tað er ikki ein treyt.

Starvsstaðið er í Vatnsoyrum, og lønin er sambært avtalu.

 

Ynskir tú at vita meira um virkið ella starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóra á tlf 290291.


Umsóknir við lívsrensli og prógvum kunnu sendast til [email protected].


Freistin at søkja er týsdagin 19. juli 2022

 

P/F GRANT er 100% føroysk fyritøka við meira enn 50 árum á baki. Sum einasti føroyski framleiðarin av vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium, eru vit stolt av okkara søgu og tí hádygdar-vøruni, vit bjóða kundum okkara.


Í felagnum starvast í løtuni nærum 40 eldhuga starvsfólk.