Húsavørður og handligt hjálparfólk til tiltøk, endurlýsing

Húsavørður og handligt hjálparfólk til tiltøk, endurlýsing

Vit leita eftir einum húsavørði, sum kann leggja til rættis, seta í verk og samskipa viðlíkahaldsarbeiði í NLH. Tú fert at hava ábyrdina av dagliga at halda við líka, fylgja upp uppá leverandørar uttanífrá og avtalur fyri húsið, sum viðvíkja sjálvt húsið, bruna og alarm. Tú fert eisini at arbeiða við tiltøkum og vera til taks við skipa útgerð til ymisk sløg av tiltøkum og fyriskipanum. 

Vit ynskja ein fleksiblan, arbeiðssaman, praktiskan og dúgligan persón sum: 

Hevur góðar samarbeiðseginleikar. 

Kann arbeiða sjálvstøðugt og vera eitt jaligt umboð yvirfyri fólki, sum brúka húsið. 

Er virkisfúsur og miðvísur. 

Kann fremja ymiskar uppgávur og lættar umvælingar. 

Kann hava eftirlit við húsinum. 

Dugir væl at leggja til rættis, skipaður, týðiligur og hevur eitt gott yvirlit. 

Er kropsliga í góðum formi. 

 

Dygdir og eginleikar: 

Fjølbroyttar royndir við at viðlíkahalda bygningar og innleggingar ella líknandi. 

Arbeiðssom/arbeiðssamur, effektiv/ur og stundislig/ur. 

Sosial/ur og fyrikomandi. 

Koyrikort 

 

Arbeiðstíð: 

Arbeiðstíðin er fleksibul við avspákingarskipanum, og tú mást rokna við nakað av kvøld- og vikuskiftisarbeiði. 

 

Løn og setanarviðurskifti: 

Løn og setan sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Nordisk Ministerråd. Tíðaravmarkað starv við sáttmálatíðarskeiði uppá vanliga fýra ár við møguleika at forleingja við í mesta lagi fýra árum. Serstakar viðbøtur fyri persónar, sum eru rekrutteraðir frá øðrum norðurlendskum landi enn Føroyum. Vit leggja okkum eftir jøvnum kynsbýti. 

 

Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum livandi mentanarhúsi, har sum eingin dagur er líka. Vit vóna at kunna geva tær persónliga og fakliga menning, í einum norðurlendskum arbeiðsumhvørvi. Tú fert at fáa ymiskar arrbeiðsuppgávur, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera partur av einum toymi við ymsum fakbólkum. 

 

Tann, sum verður sett/ur, fær neyðuga upplæring innan tey ymsu arbeiðsøkini. 

 

Umsóknarfreistin er 16. oktobur kl. 20.00 føroyska tíð.

 

Umsóknin skal sendast elektroniskt umvegis norden.org.

 

Vit ynskja at tann, sum verður settur, kann byrja skjótast gjørligt.

Umsóknin skal vera samansett av motivatiónsskrivi, sum lýsir relevantar royndir og eginleikar og títt ynski um at arbeiða í Norðurlandahúsinum í Føroyum og CV. Umsóknin kann sendast inn á føroyskum ella skandinaviskum. 

 

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til stjóra Gunn Hernes á [email protected] ella til móttøku okkara á +298 351 351. 

 

Um Norðurlandahúsið í Føroyum: 

Norðurlandahúsið í Føroyum er ein mentanarstovnur undir Nordisk Ministerråd og Føroya Landsstýri. Høvuðsuppgávurnar í Norðurlandahúsinum eru at fáa í lag norðurlendska list og mentan í Føroyum og styrkja føroyska list og føroyskt mentanarlív lokalt, í norðurlondum og í verðini. Vit hava eitt fjølbroytt skrávirksemi, sum fevnir um tónleik, bókmentir, leiklist, film, visuella list, fyrilestrar, ráðstevnur v.m. Vit eru 15 starvsfólk í stovninum við áleið 350 tiltøkum um árið. 

 

Meira kunning um okkum finnur tú á nlh.fo