Fast starv sum fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Fast starv sum fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir fysioterapeuti til fast fulltíðarstarv frá 1. januar 2023. Longri vikariat er eisini ein møguleiki.

Á fysiurgisku deild starvast 4 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 heilsurøktari. Deildin hevur tveir kliniskar vegleiðarar og virkar tí eisini sum starvsvenjingarstað fyri fysioterapeut- og heilsurøktaralesandi.

Arbeiðsøkið hjá fysioterapeutunum

Viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum og ambulant virksemi eftir ávísing frá kommunulækna. Sjúklingarnir umfata bæði børn og vaksin.

Vit vænta at umsøkjarar

· seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti

· eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir

· hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

· tola skiftandi arbeiðsuppgávur

· hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum

· duga væl at samskifta við aðrar fakbólkar, sjúklingar og avvarðandi

· kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini

· hava prógv og góðkenning sum fysioterapeutur

· hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:

· ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum

· ávirkan á egnan gerandisdag

· skipaða innleiðslu.

Løn – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sáru Olsen, deildarleiðara tlf. 343300.

Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til:

[email protected]

Umsóknarfreist: 25. septembur 2022.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.