Løgfrøðingur til Útlendingastovuna

Løgfrøðingur til Útlendingastovuna

Søkt verður eftir løgfrøðingi til Útlendingastovuna at byrja 1. desember 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Talan er um fast starv, sum í høvuðsheitum fevnir um: 
  • at veita løgfrøðiliga ráðgeving og svara fyrispurningum innan málsøkið hjá Útlendingastovuni,
  • luttaka í lógar- og kunngerðarsmíði, 
  • málsviðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, familjusameining o.a., 
  • skriva mannagongdir, 
  • luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum.
Tú kemur at arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Útlendingastovan er skipað saman við.

Førleiki

Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur.).

skal hava góð samstarvsevnir, vera ábyrgdarfullur, røkin og duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú skal duga at orða teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av. 

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsóknir 
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Útlendingastovan 
Sigmundargøta 13 
Postrúm 264 
110 Tórshavn

Ella sum teldupostur til: [email protected]

Umsóknir skulu vera merktar “løgfrøðingur” og vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november kl. 12. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Leo, deildarleiðara, á tel. 357979 ella [email protected] 

Nærri kunning um Útlendingastovuna sæst á www.utlendingastovan.fo. Útlendingastovan er partur av Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Nærri kunning um Vinnustovnin sæst á www.vs.fo