Krás søkir pakkifólk

Krás søkir pakkifólk

Krás hoyrir til Poul Hansen samtakið og er okkara egna løggildaða matvøru- og sláturvirkið. Úrvalið frá Krás er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera, feskan og frystan døgurðamat, og á heysti fæst matvøra frá flettingini.

Í løtuni arbeiða fjúrtan fólk hjá Krás, sum hugsavna seg um at framleiða so góða vøru sum til ber. Arbeiðshølini og útgerðin eru dagførd við nýmótans pakkilinju, og virkið lýkur øll krøv til matvøruframleiðslu og er góðkent av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Krás framleiðir ymiskar vørur

  • Viðskera: Rullupylsa, kjøtpylsa, skinsakjøt og livurpostei.
  • Lidnar døgurðabakkar: Pasta Bolognese, kjøtsós við eplamorli, tortilla við kjøtsós og lasagna. 
  • Feskan døgurðamat: Fiskafars, kjøtfars, malið neytakjøt, ymsar steikir av oksakjøti, kotilettir o.a. av svínakjøti.
  • Frystan døgurðamat: Saltsprongt lambskjøt, saltsprongt oksakjøt og lambstjógv. Krás roykir hamburgarrygg, flesk og medistara.

Pakking

Virkið fór fyri nøkrum árum síðani undir nýggjan hátt at pakka tær fesku vørurnar. Hesin háttur at pakka inn saman við gjøgnumførdum reinføri ger, at fesk vøra við ongum haldevni í kann halda sær í kulda í tríggjar til sjey dagar. Tað ger at kjøt av besta slagi verður pakkað á sama hátt sum viðskeri, og hildið kalt á uml. tveimum stigum. Hetta er ein framkomin háttur at pakka feska vøru. Um hetta skal eydnast, er tað av alstórum týdning, at rávøran er 1. floks, at reinførið er 100 prosent í lagi, og at køliketan er óbrotin.

Arbeiðsuppgávur

  • At pakka tað sum virkið framleiðir
  • Skera viðskera
  • Framleiða lidnar døgurðarættir
  • At taka eina hond í, tá brúk er fyri tí

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, gerandisdagar kl. 7.00-15.00.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Alberg Gaardlykke, dagligan leiðara, tlf. fartlf. 23 53 60

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 26. september 2019.