Leys størv

 

Sølufólk til Búnýti

Handil okkara í miðbýnum hevur tørv á enn fleiri sølufólkum, so kundar okkara framhaldandi kunnu fáa eina góða tænastu.

Starvið sum sølufólk er eitt avbjóðandi starv, tí tað góða sølufólkið hevur innlit í alla okkara vørur umframt at megna at selja kundum okkara tær vørur teimum tørvar. Soleiðis trúgva vit, at kundar okkara fáa eina góða tænastu og koma aftur næstu ferð.

 

Vit síggja fyri okkum, at rættium søkjarin er ein, sum skilir týdningin av góðari kundarøkt. Tú mást megna at avgreiða kundar okkara sjálvstøðugt. At tú hevur royndir innan sølu, búnýti ella Navision er sjálvsagt ein fyrimunur.

 

Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfeløgum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga,tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræðið, so eru nógvir møguleikar hjá tær at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar sum frá líður í fyritøku okkara.

 

Tað rætta sølufólkið fær løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar.

 

Um tú vil vita meira, so er tú vælkomin at ringja til Súsannu á Dul á tlf 218060 fyri at hoyra nærri.

Umsóknarfreistin er 24. Mars

umsóknir kunnu sendast til sd@mp.fo