Landsgrannskoðanin søkir eftir grannskoðara


Tann 17. mai 2022

Spennandi starv sum grannskoðari er leyst at søkja.

Arbeiðið á stovninum er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.

Tann, sum verður settur, skal hava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, KT ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata umsiting.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Landsgrannskoðanina Traðagøta 43 Postrúm 2053 165 Argir ella í telduposti til: postur@lg.fo.

Freistin at søkja starvið er 15. juni 2022. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo.

LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.”