Bókhaldari – Fróðskaparsetur Føroya

Bókhaldari – Fróðskaparsetur Føroya

Starv sum bókhaldari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv sum bókhaldari. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um bókhald, umsita verkætlanir, og vanligt skrivstovuarbeiði. Bókhaldið er miðsavnað á Setursskrivstovuni, har tú kemur at arbeiða í einum toymi innan roknskaparøkið.

Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja bókhaldaranum verða:
• At bóka í BSL-skipanini fyri alt Setrið
• At bóka í web-løn
• Kreditorrøkt
• Debitorrøkt
• Verkætlanir

Um teg
Vit ímynda okkum, at tann rætti til starvið hevur skrivstovuútbúgving ella aðrar viðkomandi royndir. Vit hava í væntu, at tú:
• Hevur royndir innan bókhald og dugir at brúka BSL-skipanina
• Hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum
• Hevur góðan telduførleika
• Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð evni at samskifta við onnur
• Hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
• Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
• Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
• Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband
Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. september og skulu sendast til [email protected]

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Hugin Skaalum, fíggjarleiðara, á tel. 292507 ella [email protected] fyri at fáa meira at vita um starvið.​

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.