Anæstesisjúkrarøktarfrøðingur til Suðuroyar Sjúkrahús

Anæstesisjúkrarøktarfrøðingur til Suðuroyar Sjúkrahús

Anæstesisjúkrarøktarfrøðingur til Suðuroyar Sjúkrahús 

Hvør vil verða okkara nýggi starvsfelagi?

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt verður eftir einum anæstesisjúkrarøktarfrøðingi til anæstesideildina í tíðini 5. desembur 2022 til 30. novembur 2023.

Umsóknir til longri vikariat í sama tíðarskeiðið hava eisini okkara áhuga.

Arbeiðstíðin er 1,0 við tilkallivakt eftir galdandi reglum.

Umsøkjarar við royndum innan økið kunnu hava fyrimun.

 

Vit vænta at umsøkjarar

o   seta tørvin hjá sjúklinginum í hásæti

o   vilja hava mennandi avbjóðingar

o   hava evni at arbeiða sjálvstøðugt

o   eru positivir, fleksiblir og hava góð samstarvsevni 

o   hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum

o   kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini og vera ein partur av felagsskapinum

o   hava áhuga at undirvísa lesandi og næmingum

o   hava prógv og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur

o   hava telduførleika - vit nýta Cosmic.


Vi  Vit kunnu bjóða

o   ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfeløgum

o   eitt starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum

o   fakliga og persónliga menning

o   skipaða innleiðslu.

 

Setanartreytir

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara tlf. 34 33 00.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til [email protected]

Umsóknarfreist: 23. oktobur 2022.


Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.