Søkt verður eftir starvsfólkið til móttøkuna á Vesturvón

Søkt verður eftir starvsfólkið til móttøkuna á Vesturvón

Hevur tú hug at gerast ein partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Vesturvón veitur nógvar ymiskar tænastur til borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu, heimahjálp, sjúkrarøkt, dagtilboð, búpláss og annað.

Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Í móttøkuni kemur tú at taka tær av vanligum móttøku og skrivstovuuppgávum, skráseta rokningar og skjalfesta.

Søkt verður eftir:
Móttøkufólkið til fast starv 28 tímar um vikuna at byrja 1. juni 2021 ella eftir nærri avtalu.

Vit vænta at tú:
• Er fyrikomandi og blíð/ur
• Hevur góð evni at samstarva og samskifta við starvsfólk, avvarðandi, búfólk og vitjandi munnligt eins væl og skrivligt
• Er skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
• Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum, t.d journalskipanina 360

Vit bjóða tær:
• Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
• Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen stjóra á tlf. 793201.

Setanarviðurskifti
:
Starvið er 28 tímar um vikuna, í dagtímum og í tøttum samstarvið við hitt starvsfólkið í móttøkuni. Starvsstaður tín er á Heiminum á Sýnini, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

Fyrisitingarlig støða:
Móttøkufólkið hevur ábyrgd mótvegis stjóranum á Vesturvón.

Umsóknir:
Umsókn við skjølum skal sendast til: [email protected] viðmerkt “Móttøkufólk”

Umsóknarfreistin er 10. mai 2021 kl.12.00