fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

12. mar. 2024
Undirvísingarstarv í samfelagsfrøði

Eitt tíðaravmarkað námslektarastarv í samfelagsfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. august 2024 til 30. juni 2025. Uppgávan at undirvísa í samfelagsfrøði telur 80% av fullum starvi, men kann gerast fulltíðarstarv við at átaka sær ávísar aðrar uppgávur.

 

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

 

Starvsøki

Starvið fevnir um at undirvísa í linjugreinini samfelagsfrøði á læraraútbúgvingini. Harumframt verður roknað við luttøku í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya, umframt norðurlendskum netverkum og verkætlanum.

 

Førleikar

Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari er í undirvísingarstarvi og hevur vanliga ikki granskingarskyldu.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella masterútbúgving í viðkomandi fakøki.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Umsøkjarar, ið hava undirvísingarroyndir á universitetsstigi og/ella innlit í og áhuga fyri undirvísing í føroyska fólkaskúlanum, hava ein fyrimun.

Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

 

Løn og setanartreytir

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreistin er 8. apríl 2024. Søkt verður um starvið við at fylla út hetta oyðublaðið og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Nærri kunning

Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Fridu Poulsen, tlf. 299417, teldupostur fridap@setur.fo, útbúgvingarleiðara, ella Erlu Olsen, teldupostur erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini.

 

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Umsóknarfreist: 08. apr. 2024
12. mar. 2024
Undirvísingarstarv í enskum máli

Eitt tíðaravmarkað námslektarastarv í enskum máli á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. august 2024 til 30. juni 2025. Uppgávan at undirvísa í enskum máli telur 80% av fullum starvi, men kann gerast fulltíðarstarv við at átaka sær ávísar aðrar uppgávur.

 

Námsvísindadeildin, sum hevur nøkur og 30 starvsfólk og 350 lesandi, er undir leiðslu av einum deildarleiðslutoymi, sum er dekanurin, tveir varadekanar (sum eisini eru útbúgvingarleiðarar) og ein deildargranskingarleiðari.

Á deildini eru tvær meginútbúgvingar, lærara- og námsfrøðingaútbúgving, umframt ymisk onnur útbúgvingartilboð, serliga innan eftirútbúgving.

 

Starvsøki

Starvið fevnir um at undirvísa í linjugreinini enskum á læraraútbúgvingini. Harumframt verður roknað við luttøku í viðkomandi verkætlanum og toymum á Fróðskaparsetri Føroya, umframt netverkum og verkætlanum.

 

Førleikar

Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her.

Námslektarastarv krevur góðan fakligan førleika og góðan pedagogiskan førleika. Námslektari er í undirvísingarstarvi og hevur vanliga ikki granskingarskyldu.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella masterútbúgving í viðkomandi fakøki.

Dentur verður lagdur á, at umsøkjari hevur góðan førleika at undirvísa og miðla, hevur góð samstarvsevni, er virkisfús/ur og hugaður at arbeiða í toymi.

Umsøkjarar, ið hava undirvísingarroyndir á universitetsstigi og/ella innlit í og áhuga fyri undirvísing í føroyska fólkaskúlanum, hava ein fyrimun.

Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av viðkomandi áhugamálum og framtíðarætlanum.

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks.

 

Løn og setanartreytir

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreistin er 8. apríl 2024. Søkt verður um starvið við at fylla út hetta oyðublaðið og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Nærri kunning

Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Fridu Poulsen, tlf. 299417, teldupostur fridap@setur.fo, útbúgvingarleiðara, ella Erlu Olsen, teldupostur erlao@setur.fo, dekani á Námsvísindadeildini.

 

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Umsóknarfreist: 08. apr. 2024
06. mar. 2024
Vísindastarv í KT-trygd til Náttúruvísindadeildina

Starv innan dátuvísindi við denti á KT-trygd er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

 

Starvsøkið

Starvssetanin verður sett sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari og kann eisini vera parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar vera í starvinum, til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.

 

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum dátutrygd, umframt í valskeiðum og verkætlanum í KT-trygd. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga í øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

 

Granskingarparturin í starvinum sum adjunktur/lektari/professari verður í stóran mun tongdur at áhugamálum umsøkjarans. Fyri slík størv er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og/ella uttanlands.

 

Førleikar

Fyri at verða settur í starvið sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari, skal umsøkjari hava ph.d.-útbúgving ella M.Sc.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum.

 

Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi í KT-trygd og/ella royndir við forritan, KT-trygd av teldunetverkum, stýrisskipanum, web-skipanum og dátugrunnum.

 

Adjunktstarv er tíðaravmarkað undirvísingar- og granskingarstarv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og tá kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.

 

Størv sum lektari/professari og námslektari eru føst størv, men kunna tíðaravmarkað verða sett parttíð.

 

Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.

 

Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

 

Professarar skulu hava besta vísindaliga og fakliga førleika, góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Professarar hava evstu fakligu ábyrgdina av sínum fakøki. Professarar hava (undir umsjón frá dekani) serliga ábyrgd av góðskuni í gransking og undirvísing á sínum øki og at stuðla starvsfeløgum í fakligari menning.

 

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Til starv sum adjunktur/lektari/professari skal eisini stutt lýsing av granskingaráhugamálum og yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans leggjast við umsóknini (í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini). Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreist er mánadagin 15. apríl 2024.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara, virkandi dekan og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Umsóknarfreist: 15. apr. 2024
06. mar. 2024
Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Starv innan dátuvísindi við denti á tólneti er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

 

Starvsøkið

Starvssetanin verður sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari kann eisini vera parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar vera í starvinum, til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.

 

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum tólneti, umframt í valskeiðum og verkætlanum innan tólnet. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

 

Granskingarparturin í starvinum sum adjunktur/lektari/professari verður í stóran mun tongdur at áhugamálum umsøkjarans. Fyri slík størv er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og/ella uttanlands.

 

Førleikar

Fyri at verða settur í starvið sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari, skal umsøkjari hava ph.d.-útbúgving ella M.Sc.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum.

 

Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi í tólneti og/ella royndir við samskiftistøkni, teldunetverkum, stýrisskipanum, forritan, web-skipanum og dátugrunnum.

 

Adjunktstarv er tíðaravmarkað undirvísingar- og granskingarstarv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og tá kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.

 

Størv sum lektari/professari ella námslektari við ph.d. eru føst størv, men kunnu í avmarkaðari tíð verða sett parttíð.

 

Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.

 

Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

 

Professarar skulu hava besta vísindaliga og fakliga førleika, góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Professarar hava evstu fakligu ábyrgdina av sínum fakøki. Professarar hava (undir umsjón frá dekani) serliga ábyrgd av góðskuni í gransking og undirvísing á sínum øki og at stuðla starvsfeløgum í fakligari menning.

 

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Til starv sum adjunkt/lektari/professari skal umsóknin vera á enskum máli og innihalda stutta lýsing av granskingaráhugamálum umsøkjarans, og vísindaligu avrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini (í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini). Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreist er mánadagin 29. apríl 2024.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara, virkandi dekan og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Umsóknarfreist: 29. apr. 2024
06. mar. 2024
Námslektari í stórdátum til Náttúruvísindadeildina

Starv sum námslektari innan dátuvísindi við denti á stórdátum er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

 

Starvsøkið

Starvssetanin verður sum námslektari og kann eisini vera tíðaravmarkað parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar vera í starvinum, til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.

 

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum dátugrunnatøkni til stórdátur, umframt í valskeiðum og verkætlanum í dátugrunnatøkni. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

 

Førleikar

Fyri at verða settur í starvið sum námslektari, skal umsøkjari hava M.Sc. ella ph.d.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum og royndir innan stórdátur. Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi innan dátugrunnatøkni til stórdátur og/ella royndir við forritan, stýrisskipanum, web-skipanum og dátugrunnum.

 

Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.

 

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreist er mánadagin 8. apríl 2024.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara, virkandi dekan og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Umsóknarfreist: 08. apr. 2024
29. feb. 2024
Videnskabelig medarbejder i samfundsvidenskab til Færøernes Universitet

Ved Fakultet for historie og samfundsvidenskab ved Færøernes universitet, Fróðskaparsetur Føroya, opslås en fire års begrænset stilling som videnskabelig medarbejder i samfundsvidenskab.

 

Stillingsindhold

Vi søger en videnskabelig medarbejder til forskning, undervisning og udvikling af kurser inden for det samfundsvidenskabelige område. Stillingen kan indebære rollen som uddannelsesleder. Eftersom undervisningen på flere uddannelser ved Fakultet for historie og samfundsvidenskab er tværfaglig, kan man regne med at undervise studerende på andre uddannelser end samfundsvidenskab ved fakultetet.

 

Kvalifikationskrav

Ansættelsen som adjunkt/lektor sker i overensstemmelse med ansøgerens kvalifikationer og erfaring. Stillingen omfatter forskning, undervisning og administration. For at blive ansat som adjunkt/lektor kræves en ph.d.-grad eller tilsvarende forskningserfaring.

 

Stillingen kan eventuelt være som studielektor. I det tilfælde vil der være tale om en to års begrænset stilling. Til studielektor stilles der krav om undervisningsopgaver uden forskningsforpligtelse, dog med en vis del administration. Kvalifikationskravene til studielektorer er, at disse som minimum har en kandidatuddannelse inden for samfundsvidenskabelige områder.

 

Gode sprogkundskaber i skandinaviske sprog og engelsk er påkrævet, hvor kundskab i færøsk sprog og indsigt i færøske samfundsforhold vil anses som en fordel. Det forventes, at ansøgere, som ikke har færøsk som modersmål og ansættes ved Universitetet, aktivt arbejder på at tilegne sig kundskab i færøsk, så de i det mindste kan forstå færøsk inden for tre år. Der henvises i denne forbindelse til Universitetets sprogpolitik, som ses her.

 

Det tillægges vægt, at ansøgere har gode forsknings- og undervisningskompetencer, gode samarbejdsevner samt er villige til at arbejde til gavn for fakultetet i bred forstand. Fakultetet består af cirka 30 medarbejdere med forskellige kompetencer og fagområder. Ved fakultetet er der et godt og givende akademisk miljø med debat og samarbejde på tværs af faglige grænser. Vi forventer også, at den ansatte værdsætter tværfagligt samarbejde ved fakultetet.

 

Ansættelsesprocedure

Stillingen besættes i overensstemmelse med Reglement om stillinger ved Fróðskaparsetur Føroya, som kan læses her. Løn og arbejdsvilkår er i henhold til overenskomst mellem Færøernes landsstyre og Akademikernes fagforening, AKF.

 

Ansøgning

Vedhæft venligst følgende til ansøgningen: curriculum vitae, herunder oversigt over uddannelsesforløb, oversigt over videnskabelige publikationer og arbejdserfaring samt kopier af eksamensbeviser. Højst fem videnskabelige udgivelser/artikler kan vedlægges ansøgningen. Eventuelle undervisningserfaringer skal dokumenteres med oversigt over gennemført undervisning sammen med evalueringer, hvis sådanne er tilgængelige. Ansøgningen skal forfattes på engelsk.

 

Øvrige oplysninger

Ansøgningen og alle relevante dokumenter fremsendes her.

 

Ansøgningsfristen er 24. marts 2024. Stillingen forventes besat den 1. juni 2024, eller efter nærmere aftale.

 

Det daglige arbejdssted er Fakultet for historie og samfundsvidenskab, Jónas Broncks gøta 25, FO-100 Tórshavn.

 

Yderligere oplysninger om stillingen fås ved henvendelse til dekan Erika Anne Hayfield, tlf. +298 292597, erikah@setur.fo. Oplysninger om Universitetets aktiviteter findes på hjemmesiden: www.setur.fo.

 

 

Om Universitetet

Færøernes Universitet er en videnskabelig forsknings- og uddannelsesinstitution. Universitetet tilbyder undervisning og forskning på internationalt niveau og har bæredygtig samfundsudvikling og innovation i fokus. Universitetet spiller en tydelig rolle og sikrer videnskabeligt fundament under kulturelle, samfundsmæssige og erhvervsmæssige aktiviteter i landet. På universitetet er der 25 uddannelser, omkring 1.000 studerende og knap 170 medarbejdere.

Færøernes Universitet er en selvstændig, offentlig institution, der i overensstemmelse med universitetsloven opererer uafhængigt af politiske interesser. Færøernes Universitet følger retningslinjerne i Magna Charta Universitatum, værner om den enkelte forskers forskningsfrihed og opfordrer til samarbejde, kritisk debat og til nysgerrig og uafhængig søgen efter ny viden og kundskab.

Færøernes Universitet bliver primært finansieret med offentlig bevilling på Lagtingets finanslov. Derudover finansieres flere projekter med ekstern bevilling bl.a. fra Forskningsrådet på Færøerne og erhvervslivet. I al vores virksomhed er det vores pligt at sikre lige muligheder, arbejde for inklusion og at fremme trivsel blandt studerende og medarbejdere i et godt og udviklende miljø.

Umsóknarfreist: 24. mar. 2024
29. feb. 2024
Vísindastarv í samfelagsvísindum

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt fýra ára tíðaravmarkað starv í samfelagsvísindum leyst at søkja. Vit sóknast eftir einum vísindastarvsfólki at granska, undirvísa og menna skeið í samfelagsvísindum. Talan kann eisini vera um, at tann setta/i fær ábyrgd sum útbúgvingarleiðari. Við tað at fleiri útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini eru tvørfakliga skipaðar, kann eisini roknast við, at tann setta/i fer at undirvísa lesandi á øðrum útbúgvingum á deildini enn samfelagsvísindaligum.

 

Førleikakrøv

Starvið sum adjunktur/lektari verður sett sambært førleikum og royndum umsøkjarans, og tá fevnir starvið um gransking, undirvísing og fyrisiting. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur/lektari er neyðugt at hava ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleika.

 

Starvið kann eisini verða sett sum eitt tvey ára tíðaravmarkað námslektarastarv. Tá er talan um undirvísingarstarv uttan granskingartíð og við nakað av fyrisiting. Námslektari skal í minsta lagi hava Master- ella kandidatútbúgving á samfelagsvísindaliga økinum.

 

Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum og enskum, og tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin dugir føroyskt og hevur innlit í føroysk samfelagsviðurskifti. Væntað verður av umsøkjarum, sum ikki duga føroyskt og fáa starv á Fróðskaparsetrinum, at teir arbeiða miðvíst við at nema sær førleika í føroyskum, so teir í minsta lagi skilja føroyskt innan trý ár. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetrinum, sum sæst her.

 

Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar til adjunkt- og lektarastørv hava góðar granskingar- og undirvísingarførleikar, góð samstarvsevni og eisini eru fúsir at arbeiða til frama fyri deildina í breiðari merking. Námslektarar skulu hava innlit í gransking og vera góðir undirvísarar. Á deildini arbeiða umleið 30 fólk við ymiskum førleikum og á ymsum fakøkjum. Á deildini er gott og gevandi akademiskt umhvørvi við kjaki og samstarvi tvørtur um fakmørk. Vit rokna eisini við, at tann setta/i sær virði í at samstarva tvørtur um fakmørk á deildini.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð um størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og AKF.

 

Umsókn

Við umsóknini skulu sendast lívsrensl, íroknað yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt avrit av próvskjølum. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknina. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks. Umsóknin skal verða skrivað á enskum.

 

Onnur viðurskifti

Umsóknarfreistin er 24. mars 2024. Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Starvið verður sett 1. juni 2024, ella eftir nærri avtalu.

 

Dagligi starvsstaðurin er Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, dekan, tlf. 292597, erikah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.

 

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

 

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Umsóknarfreist: 24. mar. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor