Lærlingur til IDEmøblar

Lærlingur til IDEmøblar

Kundi tú hugsa tær, at verið partur av størsta møblahúsinum í Føroyum? Um ja, hygg her:

IDEmøblar sóknast eftir einum evnaríkum og miðvísum lærlingi, ið kundi hugsað sær útbúgving í okkara spennandi møblahúsi.

Tú hóskar helst væl hjá okkum, um tú:
Brennur fyri at selja, og hevur eyga og hug at arbeiða við innrætting. Hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin.
FHS, hægri handilsskúli ella onnur viðkomandi útbúgving er eitt krav.

Okkurt um okkum:
Vit bjóða eitt spennandi starv í einum nútímans møblahúsi, ið setir tænastuna í hásæti. Arbeiðsviðurskiftini eru góð við skiftandi arbeiðstíðum innan fyri eina vanliga arbeiðsviku. Uppi í lærutíðini er eisini skúlagongd í Danmark ella í Føroyum.
IDEmøblar er limur í samtakinum IDdesign A/S sum eigur ILVA møblar. Vit eru eisini við í handilsketuni Koppur & Kanna.

Umsókn:
Er hettar nakað fyri teg, send skjótast gjørligt eina stuttorðaða umsókn til:

IDEmøblar
Postboks 3220
FO-110 Tórshavn

ella ein t-post til [email protected]

Vit hava brúk fyri tær at byrja sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.