Sølu- og logistikkfólk til Faroe Express

Sølu- og logistikkfólk til Faroe Express

Faroe Express søkir eftir einum framskygdum og dugnaligum sølu- og logistikkfólki.

Sølu- og logistikkfólkini hjá Faroe Express eru í einari lyklastøðu innan føroyskt vinnulív. Dagliga skulu bestu loysnirnar finnast fyri viðskiftafólk okkara, t á virðismikið góðs skal flytast til og úr Føroyum og kring heimin. Skjótt og væl.

Starvið sum sølu- og logistikkfólk hjá Faroe Express er spennandi, neyðugt er við góðum samskipanarevnum, og stundum er neyðugt at arbeiða undir trýsti. Partur av arbeiðnum er uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Førleikakrøv
Dentur verður lagdur á eginleikan at umstilla seg skjótt og væl til nýggjar avbjóðingar.

Kunnleiki til føroyskt vinnulív er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit raðfesta at tú hevur góðan ans fyri sølu og tænastu og eitt ríkt hugflog, tá røttu loysnirnar skulu finnast. Roknað verður við, at sølu- og logistikkfólkið tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt.

Vit vilja hava eitt starvsfólk, sum er lætt í sinni, dugir bæði at hjálpa og samstarva, og sum hevur eitt smittandi áræði. At enda er neyðugt at duga at tosa og skriva føroyskt, skandinaviskt og enskt.

Lønarviðurskifti og umsókn
Løn sambært avtalu . Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected]

Umsóknarfreistin er 2. mai 2021.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jannis Moraitis, stjóra hjá Faroe Express, á telefon 549099 ella [email protected]