Grant søkir bygningssnikkaralærlingar

Grant søkir bygningssnikkaralærlingar

GOTT OG MENNANDI UMHVØRVI

Hjá GRANT gerst tú partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi við fjølbroyttum uppgávum, har tú sum frá líður fært størri og størri ábyrgd. Harumframt kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og til tíðir eisini krevjandi lærupláss. Arbeiðsstaður er á okkara framleiðslum í Miðvági og Vatnsoyrum.

 

FAKLIGT INNIHALD

Hjá GRANT fært tú eina breiða bygningssnikkaraútbúgving, sum fevnir um træ-, plast og aluframleiðslu av vindeygum og hurðum.

Í framleiðslu okkara fært tú eisini høvið at arbeiða við framkomnari teldustýrdari útgerð.

 

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðar, harav 55 vikur eru á tekniskum skúla í Danmark.

 

VIT VÓNA AT TÚ ERT

•             Ágrýtin og hevur hug at taka eitt eyka tak, tá nógv er at gera.

•             Álítandi, nærlagdur og íðin at læra.

•             Fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva.

 

Ynskir tú at vita meira um virkið ella starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jarnhold Nattestad, stjóra á tlf 290291.


Umsóknir við lívsrensli og prógvum kunnu sendast til [email protected].


Freistin at søkja er týsdagin 19. juli 2022

 

P/F GRANT er 100% føroysk fyritøka við meira enn 50 árum á baki. Sum einasti føroyski framleiðarin av vindeygu, hurðar og fasadur v.m. úr PVC, træ, træ/alu og aluminium, eru vit stolt av okkara søgu og tí hádygdar-vøruni, vit bjóða kundum okkara.


Í felagnum starvast í løtuni nærum 40 eldhuga starvsfólk.