Tøkningur til Trygdartøkni

Tøkningur til Trygdartøkni

Trygdartøkni søkir eftir tøkningi.

Leiklutur og møguleikar
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar og dagarnir ólíkir. Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um uppsetan, viðlíkahald og eftirlit av vakmyndatólum, alarmskipanum og elektroniskum lásaskipanum, kring alt landið.

Tú verður við at mynda eina fyritøku í støðugari menning. Møguleikar fyri persónligari og fagligari menning eru góðir og kemur tú javnan at luttaka á skeiðsvirksemi í Føroyum og uttanlanda.

Vit vænta at tú
• 
Ert útbúgvin eletrikari ella líknandi
• Hevur koyrikort til persónbil
• Ert fyrikomandi og nærløgd/-lagdur
• Hevur reina revsiváttan
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur teldukunnleika

Setanartreytir
Talan er um eitt fultíðarstarv. Løn eftir samsvarandi útbúgving og royndum.

Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Høgnesen, tlf. 550055.

Skrivlig umsókn og CV skal vera okkum í hendi innan 08. oktober 2021 og skal sendast til [email protected]

Trygdartøkni
Skálatrøð 20
100 Tórshavn