Næmingur til Á handilin í Vági

Næmingur til Á handilin í Vági

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum handilslnæmingi við sergrein innan matvøru.

Vit bjóða

Eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. 

Lærutíðin er millum 2 og 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving umsøkjarin hevur. Í lærutíðini skal næmingurin fimm ferðir til Danmarkar á skeið, tvær vikur í senn.

Lønin og setanarviðurskiftini eru sambært S&K sáttmálanum.

Umsøkjarin

Vit vænta, at tú:

  • Raðfestir góða kundatænastu
  • Ert røkin og álítandi og dámar væl at hava gott skil á
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS-, HH-, HF-, studentprógv ella aðra miðnámsútbúgving


Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv.  Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. september 2019.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Enghamar, handilsleiðara, á tlf. 588500.

Stutt um Á

Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum, ið læt sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.

Á handlarnir stremba eftir at hava eina breiða og fjøltáttaða vøruskrá, sum nøktar tørvin hjá viðskiftafólki sínum.

 Í Á handlunum eru vit tilvitað um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið, og hava vit m.a. sett í verk átakið ´”Minka um matoyðsl”. Les meira á www.matoydsl.fo

Á handilin við Landavegin er fyri stuttum nýumvældur. Handilin er nógv vitjaður og starvsfólkini vilja fegin ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti og fylgja teimum tætt. Lýsingamiðlar, sum t.d. facebook, nýta vit javnan at koma í samband við viðskiftafólki og fyri at lýsa tilboð, vørur og átøk í handlinum.

Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo