Kunningarfólk til Fróðskaparsetur Føroya

Kunningarfólk til Fróðskaparsetur Føroya

Spennandi starv sum kunningarfólk á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja.

Um starvið
Starvið er fjølbroytt og fevnir m.a. um at:
• skriva og kunna, internt og eksternt, um gransking og onnur viðurskifti á Setrinum
• hava ritstjórnarliga ábyrgd av tíðindum til heimasíðu og sosialar miðlar
• saman við øðrum skipa fyri tiltøkum á Setrinum
• sparra við starvsfólk á deildunum um samskiftisuppgávur

Kunningarfólkið er knýtt at Seturskrivstovuni, sum er miðfyrisitingin á Fróðskaparsetrinum.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir innan universitetsøkið. Vit hava í væntu, at tú:
• dugir at skriva um kompleks viðurskifti á ein lættskildan hátt
• hevur royndir við at arbeiða við uppgávum innan kunning, samskifti og samskipan
• hevur góðan munnligan og skrivligan málkunnleika, serliga í føroyskum, donskum/norðurlendskum og enskum
• hevur góð samstarvsevni, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt
• nært ásettum málum og trívist væl við ymiskum arbeiðsuppgávum
• hevur jaligan hugburð og góð evni at samskifta við onnur
• dugir at nýta nútímans samskiftistøkni
• hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður

Umsókn, freist og samband
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett í samsvari við reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. oktober 2019 og skulu sendast til [email protected]. Starvið verður sett skjótast til ber.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Ísak Suna Hansen, fyrisitingarstjóra, á tel. 292504 ella [email protected] fyri at fáa meiri at vita um starvið. 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Les meira um Setrið á setur.fo.