Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í  Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Fyri sálarfrøðing, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og  Fuglafjarðar kommunu eftir sálarfrøðingi í tíðarskeiðnum frá 1. mars 2021 til 30 juni 2022. Starvið er 30 tímar um vikuna. 

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.  Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23.  árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í  rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. 

Arbeiðs- og ábyrgdarøki: 

  • At hava útgreinandi, stuðlandi og viðgerandi samrøður við børn og ung.  
  • At gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum og ungum í mun til m.a. kensluligar, kognitivar,   sosialar og eksekutivar førleikar. 
  • At veita familjum ráðgeving og viðgerð.  
  • At veita foreldrum, námsfrøðingum og lærararum ráðgeving. 
  • At veita starvsfólkum og samstarvsfeløgum persónliga og fakliga supervisión.  
  • At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum í samráð við leiðaran. 

Vit vænta at tú:  

  • ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt. 
  • ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.  
  • hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul. 
  • ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki. • hevur eina jaliga menniskjafatan. 
  • ert fús/fúsur til at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar. 

Førleikakrøv: 

  • Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych.  

Setanarviðurskifti:  
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Nærri  upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56 ella á t-post:  [email protected] 

Umsóknarfreist:  
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skal vera  Barnaverndartænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður, í  hendi í seinasta lagi mánadagin tann 25. januar 2021. 

Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.