Lærlingur til KT Landsins

26-03-2024

Vilt tú starvast í einum avbjóðandi og kveikjandi kt-umhvørvi og samstundis fáa eina fjølbroytta og spennandi útbúgving sum kt-supportari? Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT Landsins og gongur í skúla í Danmark. Í lærutíðini fert tú at arbeiða við kt-forritunum, servarum og neti, alt við denti á at veita eina góða tænastu til brúkararnar.

 

Um KT Landsins

KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og rekur felags kt-undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa kt hjá øllum landsins stovnum og skúlum. Við tær eru vit tólv fólk í KT Landsins. Vit samstarva tætt við kt-veitarar okkara.

Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

  • at hýsa og reka net og servarar
  • at umsita teldur og brúkarar
  • at hjálpa brúkarum
  • at ráðgeva um kt og kt-samskipan
  • felags kt-innkeyp
  • Kt-trygd.

 

Um útbúgvingina

Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og Skúlanet. Talan verður m.a. um uppgávur innan:

  • Kundatænastu
    Tú lærir at vegleiða og hjálpa brúkarum og tryggja, at tey fáa neyðugu kt-hjálpina
  • Rætta feilir
    Tú lærir at finna og rætta feilir á neti, tólum og skipanum
  • Kt-trygd
    Tú fært vitan um kt-trygd, regluverk og standardar
  • Installatión og uppseting
    Tú lærur at seta upp teldur og aðra kt-útgerð, leggja inn forrit og dagføra drivarar

Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tú fært gott innlit í mest brúktu forritini, servarar og net.

Les meira um útbúgvingina sum IT Supporter í leinkinum niðanfyri:

Í læru sum kt-supportari

 

Førleikar

Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í Kt. Tú ert vælkomin at søkja, um tú fært prógvið í summar. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum. Tú hevur áhugað og evni at seta teg inn í nýggja kt-tøkni. Tú ert tænastusinnað/ur og dámar at arbeiða við fólki.

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt sum lærlingur í 4.flokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 14.315,72 um mánaðin, næsta árið kr. 17.178,86 um mánaðin og síðsta árið kr. 20.042,01 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.

Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, og skúlagongdin er í Danmark.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 79 24 99.

 

Umsóknarfreistin er 14. apríl í 2024

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo, og viðmerk “Kt-lærlingur”.

______________________________

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss

Vit - tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna - eru skipað í fýra høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified