Elektrikarar til grønar orkuloysnir

Elektrikarar til grønar orkuloysnir

Demich p/f hevur fingið góðkenning sum el-virki, og vit hava fyribils sett 2 elektrikarar í starv. Vit kunnu tó brúka fleiri, og søkja í tí sambandi eftir 1-2 elektrikarum afturat.

Vit bjóða eitt trygt og gott arbeiðspláss, við skipaðum umstøðum fyri øll okkara starvsfólk.

Tú kemur at vera partur av okkara tænastudeild, har vit í løtuni eru 12 starvsfólk.

Tú kemur at arbeiða tætt saman við samskiparanum og leiðaranum av deildini, og vit vænta, at tú eisini er við til at menna deildina og tær loysnir, ið vit bjóða okkara viðskiftafólkum.

Vit stremba áhaldandi eftir at hvessa okkum vitið í einum nýhugsandi umhvørvi innan hita og ventilatiónsskipanir og stýringar til hesar. Vit hava harumframt seinastu 10-15 árini lagt nógva orku í at vera marknaðarleiðandi innan grøna orkuskiftið í Føroyum. At vit nú seta elektrikarar í starv er ein týðandi partur av hesum arbeiði.

Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, við nógvum avbjóðingum, har vit raðfesta tænastu, góðsku og gott handverk í tí, vit gera.  

Vit vænta, at tú sum persónur ert nærlagdur, ágrýtin, røkin og setir ávikavist tænastu og gott handverk í fremstu røð.

Tú ert útbúgvin elektrikari og hevur royndir innan el-arbeiði. Tað er ein fyrimunur um tú hevur áhuga og/ella royndir við at loysa uppgávur innan alternativa orku og stýringar.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarandi felag, og annars sambært avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Torbjørn Hansen á [email protected] ella á tel. 200 300. Tú ert eisini vælkomin at senda okkum eini boð á facebook.com/demichfo/

Send umsókn í seinasta lagi Leygardagin 31. Okt. 2020 til Torbjørn Hansen [email protected]. Viðmerk “elektrikari”.

Demich telist millum størstu veitarar á føroyska marknaðinum innan HVS, serliga viðvíkjandi hitapumpum og jarðhitaskipanum. Síðan nýggjar orkuskipanir komu á marknaðin, hevur Demich lagt seg eftir at ment servitan um økið. Seinnu árini hevur Demich veitt størri skipanir við ventilatión og hitaskipanir til m.a. Glasir, Boðanesheimið, Landssjúkrahúsið og Føroya Tele. Hjá Demich starvast í løtuni uml. 60 starvsfólk.