Laborantur til Heilsufrøðiliga starvsstovuna

Laborantur til Heilsufrøðiliga starvsstovuna

Søkt verður eftir laboranti til spennandi og avbjóðandi uppgávur á kemisku kanningarstovuni. Tað er týdningarmikið at tann, sum settur verður, er fyrikomandi, nærlagdur og dugnaligur, og dugir at arbeiða miðvíst við settum uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við okkum á kanningarstovuni.

Arbeiðsuppgávur
• 
at kanna sýni innan matvøru og umhvørvisøkið
• sýnistøka, eitt nú av umhvørvinum
• fyrireiking av sýnum
• at innkoyra og góðskutryggja nýggjar kanningar.

Vit nýta framkomnar kanningarhættir, so sum HPLC, ICP-MS og flammu atomabsorption,

Krøv
• lokið prógv sum laborantur ella aðra tilsvarandi útbúgving
• góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt í skrift og talu
• kunna tola broytingar í arbeiðsuppgávum
• koyrikort.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:
• kemiskum kanningum
• góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025
• vanligum telduskipanum, LIMS og journalskipanini 360.

Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.

Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð við setan skjótast gjørligt. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 23. september kl. 12.00. Umsókn kann sendast til [email protected].

Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Rikke Berg Larsen, deildarleiðara, tlf. 556465 ella teldupost [email protected].


Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.
Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk . Á kemisku kanningarstovuni arbeiða 6 fólk.