Deildarleiðari til Útlendingastovuna

Deildarleiðari til Útlendingastovuna

Søkt verður eftir deildarleiðara til Útlendingastovuna.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi.

Vit leggja dent á gott samstarv við starvsfelagar og bjóða góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning og viðkomandi eftirútbúgving.

Tú kemur at hava fyristingarligu ábyrgdina av Útlendingastovuni, undir hesum ábyrgd av at skipa dagliga arbeiðið har 6 fólk í løtuni starvast.

Starvsøki
Útlendingastovan er skipað undir Vinnustovninum og varðar av útlendinga- og integratiónsøkinum í Føroyum.

Útlendingastovan ummælir umsóknir frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og familjusameining og vegleiðir um viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum.

Avgerðir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum verða tiknar av donskum myndugleikum.

Samtykt er at flyta føroyskum myndugleikum heimildina at taka avgerðir í fyrsta instansi í ávísum málum um uppihald hjá útlendingum í Føroyum og harvið lata føroyskum myndugleikum umsitingarliga myndugleikan í hesum málum.

Tú kemur at hava ábyrgd av at skipa flyting av umsitingini til Føroya, undir hesum at skipað málsviðgerðina á Útlendingastovuna í nýggja umhvørvinum.

Á integratiónsøkinum samskipar Útlendingastovan integratiónsátøk, sum hava við undirvísing í føroyskum máli, arbeiðsmarknað og vælferðartænastur at gera, umframt at samstarva við aðrar stovnar og myndugleikar kring landið um átøk innan integratiónsøki.

Vit vænta
Vit vænta, at tú hevur áræði og góð samstarvsevnir, sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, dugir væl at samstarva og samskifta við onnur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu, tað verið seg á føroyskum, donskum og enskum.

Tú skalt hava løgfrøðiliga, samfelagsvísindaliga ella aðra viðkomandi kandidatútbúgving.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almenna arbeiðsmarknaðinum og ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur kunnleika til fakøkið Útlendingastovan varðar av.

Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir, hóast hetta ikki er ein treyt.

Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. apríl 2021 ella eftir avtalu og verður flokkað sum deildarleiðari ll sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið.

Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Upplýsingar og umsókn
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 55 60 21, teldupost: [email protected]

Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15.mars 2021 kl. 12:00 og skal sendast til:

Vinnustovnurin
Att.: Jógvan Thomsen, stjóri
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til: [email protected]

Útlendingastovan er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum. Vinnustovnurin er ein samanrenning millum Fjarskiftiseftirlitið, Posteftirlitið, Kappingareftirlitið, Skráseting Føroya og Tryggingareftirlitið. Eisini húsast Brúkaraumboðið í somu hølum.