Laborantur til Thetis

Laborantur til Thetis

 Vit søkja eftir einum laboranti til eitt fulltíðartíðarstarv á kanningarstovuni hjá Thetis.

Uppgávur:

Sum laborantur hjá Thetis skalt tú:

      gera mikrobiologiskar kanningar

      gera kemiskar kanningar

      vera opin fyri at læra at gera og royna nýggjar kanningarhættir

      vera fleksibul

      vera kundavinalig/ur

 

Umframt aðrar uppgávur, sum alla tíðina taka seg upp.

 

Krøv til útbúgving og førleikar:

 Tú skalt hava:

      útbúgving sum laborantur ella líknandi

      helst hollar royndir við matvøru/umhvørviskanningum

      hava koyrikort

 Tað er sera umráðandi, at tú ert fleksibul og tolir, at eingin dagur er líka, og at tú hevur gott yvirlit.

 

Vit bjóða:

Eitt spennandi og avbjóðandi starv.

      eitt gott fakligt og sosialt arbeiði

      fleksiblar arbeiðstíðir

      nýmótans kanningarstovu á altjóða stigi

      eitt arbeiðspláss í støðugari menning

Thetis er ein privat akkrediterað kanningarstova. Vit gera kanningar í umhvørvi og matvøruframleiðslu. Thetis er í stórari menning og er í gongd við at byggja eina nýmótast kanningarstovu. Tú verður partur av hesi menning, sum tú fert at seta seta tín dám á.

Títt starv er fulla tíð og vikuskiftisarbeiði. Tað er umráðandi, at tú passar inn í okkara lítla toymið, sum er ein mikrobiologur, tríggir laborantar, granskari, góðskusamskipari og eitt sølufólk.

 

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Umsókn:

Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast Thetis, Hoyvíksvegur 51, 100 Tórshavn, ella [email protected], og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. oktobur 2022.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maritu Debess Magnussen, stjóra, tel. 791800.