Hiddenfjord søkir eftir alara til alibrúkið á Velbastað

Hiddenfjord søkir eftir alara til alibrúkið á Velbastað

Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvuðsuppgávu at røkja aliøkið, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord.

Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum. Førleiki innan sjómansskap er ein fyrimunur. 

 

Arbeiðsøki og uppgávur

Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:                                                       

· at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð

· at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og annað

· at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini

 

Vit vænta at tú hevur

· áhugað fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi

· góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur

 

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir

og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi.

 

Løn og setanarviðurskifti                                     

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.


Umsókn

Meiri fæst at vita um starvið frá Jafet G. Midjord, aliformanni á telefon 225 138.

Umsóknarfreistin er 16. august 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skulu sendast til [email protected]