Starvsfólk til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Starvsfólk til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir starvsfólki til dagtilhaldið og deildina á Hamragarði.

Tvey størv til Dagtilhaldið á Hamragarði:


Ert tú íverksetari, hevur hug og torir ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum, er tað tær vit leita eftir.
Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi. Endamálið er at tryggja, at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vit søkja eftir:
Einum starvsfólki í fast starv frá 1. februar 2021 ella skjótast til ber í starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna.
Einum starvsfólki frá 1. februar 2021 ella skjótast til ber og til 1.februar 2022 í starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna.

Einum sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á deildini á Hamragarði frá 1.februar 2021 ella skjótast til ber. Talan er um setanarbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna í dagvaktum ella eftir nærri avtalu.

Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Koyrikort til bil
• Royndir innan eldraøkið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða:
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara tlf. 793503

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
  
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella: [email protected]

umsóknarfreist: 29. januar 2021