Leys størv

LÆRLINGUR TIL BÓKHALDIÐ HJÁ 62°N

62°N er ein av fremstu ferðavinnuaktørunum í Føroyum og hevur eitt fjøltáttað virkisøki: ferðing út í heim, ferðing til Føroya og í Føroyum, bilaleiga og hotelvirksemi.

Vit søkja nú eftir einum dugnaligum lærlingi til bókhaldið hjá 62°N. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um at skráseta, gjalda út, debitorrøkt, innaneftirlit umframt aðrar bókhaldsuppgávur.

Vit vænta, at tú:
–          er opin og fyrikomandi
–          er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
–          arbeiðir væl undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
–          dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt spennandi og fjølbroytt lærupláss, har tú verður ein partur av einum sterkum og dugnaligum toymi.

Løn og setanartreytir:
Arbeiðstíð og løn verður ásett eftir avtalu, og afturat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan. Starvsstaðurin er í Tórshavn.


Umsókn
Allar umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo, og umsóknarfreistin er 15. marts 2024. Starvið verður sett 1. apríl 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at venda sær til Aksel Poulsen, fíggjarleiðara, á tlf. 73 35 33 ella á aksel@62n.fo