Ver við at tryggja Føroyar! Søkt verður eftir starvsfólki at pota á flogvøllinum

Ver við at tryggja Føroyar! Søkt verður eftir starvsfólki at pota á flogvøllinum

 Ver við at tryggja Føroyar! Søkt verður eftir starvsfólki at pota.

Skiftandi arbeiðstíðir og løn sambært avtalu.

Vit vænta, at tú ert ágrýtin, opin og álítandi.

Tú verður upplærd/ur í reinføri og poting. Tú verður partur av einum umhvørvi við potarum, laborantum og granskarum.

Tú fert at arbeiða í skiftandi vaktum við at pota ferðafólk á flogvøllinum.

Ring til Maritu D. Magnussen á tlf. 791800 ella skriva til [email protected]

Thetis er akkrediterað kanningarstova, ið síðan juni 2020 hevur potað og greinað túsundtals fólk. Samstandis verður greinað fyri aðrar mutatiónir av koronu.