ARBEIÐSLEIÐARI TIL VERKLAGSARBEIÐI

Kundi tú hugsað tær at gingið á odda við menningini av infrakervinum í Føroyum? Vit sóknast eftir arbeiðsleiðara til okkara mongu verkætlanir. Starvið fevnir um at loysa spennandi og avbjóðandi uppgávur á byggiplássinum og tú kemur at verða ein lyklapersónur á einari ella fleiri verkætlanum.

Í samstarvi við verkætlanarleiðara skalt tú leiða verkætlanina á mál. Tú kemur eitt nú at fylgja við í innkeypum, veitingum og tímaskrásetingum hjá okkara starvsfólkum.

Førleikakrøv   

Um tú hevur royndir sum leiðari ella royndir við verklagsarbeiði og ert vanur við at ganga undan, ert tú møguliga tann rætti til starvið.

Vit vænta, at tú ert byggi- ella verkfrøðingur.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólki í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsókn

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. juni 2023. Starvið verður sett 1. september, ella eftir nærri avtalu.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi