Bókhaldari til Visit Tórshavn

Bókhaldari til Visit Tórshavn

Visit Tórshavn søkir eftir ágrýtnum og álítandi bókhaldara at arbeiða uml. 30 tímar um vikuna.

Í hesum starvinum kemur tú at røkja alt bókhaldið og aðrar vanligar skrivstovuuppgávur hjá okkum, so sum at avgreiða fyrispurningar á telefon og við telduposti, senda tilfar út og annars annað fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni hjá Visit Tórshavn.

Av tí, at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert positiv/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

Vit leita eftir tær sum:
• Hevur drúgvar royndir við serliga bókhaldi og hartil viðkomandi útbúgving
• Hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum
• Viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini
• Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí arbeiðsferðin ofta er høg
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkjuskap í øllum tú gert
• Eisini hevur toymishugburð og ikki er bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí

Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir
• Eitt gott og hugnaligt arbeiðsumhvørvi í hjartanum av Havnini
• Tú verður partur av einum toymi við 7 starvsfólkum

Løn og setanartreytir:
Fast starv, har tú verður lønt/ur eftir aftalu.

Umsókn:
Umsóknir til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast til [email protected]

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. desember og verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meiri um starvið við at seta seg í samband við Liljuna Weihe, stjóra, á tel 288482 ella við telduposti til [email protected]