Menningarsamskipari á VFI - avloysarastarv

Menningarsamskipari á VFI - avloysarastarv

Visit Faroe Islands leitar eftir einum framsøknum og kreativum barsilsavloysara til starvið sum samskipari á menningardeildini.

Sum samskipari kemur tú at vera við til at menna ætlanir, seta tær í verk og sum heild hava eitt tætt samstarv við nógvar áhugapartar. Tí er tað av stórum týdningi, at rætti persónurin er loysningssinnaður, kreativur og hevur góð samstarvsevnir . Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan ferðavinnu.

Vit leita eftir tær, sum:
• 
Brennur fyri at menna ferðavinnuna víðari
• Er framsøkin, málrættað/ur og hevur tænastulyndi
• Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
• Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
• Hevur viðkomandi útbúgving, helst innan ferðavinnu

Vit kunnu bjóða tær:
• 
Eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv
• Eitt starv á høgum fakligum støði, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa
• Eitt hugnaligt arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
• At verða partur av einum lítlum toymi, sum saman við samstarvspørtum myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum, eins og innlendismenning av Føroyum sum ferðafólkaland

Løn og setanartreytir
Starv sum barsilsavloysari í uml. 1 ár, har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til [email protected] ella til: Visit Faroe Islands, Gongin 9, 100 Tórshavn.

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 26. oktober 2021.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meira um starvið við at seta seg í samband við Jóhan Paula Helgason, leiðara á menningardeildini, á tel 55 61 31 ella við teldubrævi til [email protected].