STARVSLÝSING

STARVSLÝSING

Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti.

Heilsuskúlin søkir eftir undirvísara til tíðararvmarkað starv á brøki 0,75. Starvstíðin er frá

1. oktober 2020 til 1. juli 2021, við møguleika til fast starv.

Viðkomandi skal hava útbúgving sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur ella

samsvarandi á bachelor støðið og hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.

Um starvið

Starvið fevnir m.a. um:

• Undirvísing

• Næmingasamrøður

• Vegleiðing til verkætlanarskriving

• Próvtøkuhald

• Starvsvenjingarvitjanir runt landið

• Luttaka á toymisfundum

• Samábyrgd av at menna útbúgvingarnar

• Samábyrgd av øllum virksemi á skúlanum

Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum

toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið

inniber vitanardeiling millum starvsfólkini, og gott samstarv er tískil eitt lyklaorð.

Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul.

Starvið hevur við sær, krav um loknað námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagið 2 ár eftir

starvssetan.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á telefon 61 42 10 ella við telduposti til [email protected].

Umsóknarfreistin er 20. august 2020.

Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla

Føroya: [email protected], stílað til Vivie Davidsen, stjóra.

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 12 lærarar í føstum starvið

umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy.

Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á heilsuskúlanum

ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.