Fulltikin dekkari til Smyril Line

Fulltikin dekkari til Smyril Line

Smyril Line søkir eftir fulltiknum dekkara

Vit bjóða eitt starv við skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur í landi, við byrjan 25. novembur.

Smyril Line hevur fýra skip og vit søkja eftir einum fulltiknum dekkara og einum dekkara við vaktarhaldsprógvi til farmaskipið Eystnes, ið siglur millum Tórshavn – Hirtshals – Skt. Petersborg.

 

Uppgávur

Arbeiðið er fjøltáttað og avbjóðandi. Uppgávurnar eru m.a.:

· Luttaka í allari lasting/lossing og øðrum arbeiði í samband við raksturin á skipinum

· Luttaka á fundum í samband við skipan av lasting og lossing

· Kagtænasta

· Stúva góðs og trailarar

· Trygg handfaring av øllum arbeiðsamboðum og allari útgerð umborð

· Tætt samskifti við tínar starvsfelagar

 

Førleikakrøv fulltikin dekkari

· Vinnubræv sum fulltikin dekkari er eitt krav

· Heilsuprógv

· Trygdarskeið og brandskeið (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)

· Vaktarhaldsprógv

 

Førleikakrøv dekkari

· Heilsuprógv

· Trygdarskeið og brandskeið (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)

· Vaktarhaldsprógv

Royndir við handilsskipi er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Somuleiðis er tað ein fyrimunur um tú hevur trukkkoyrikort. Skipsførarar við manglandi siglingstíð eru eisini vælkomnir at søkja.

 

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip. Tú finnur sáttmálan á www.industry.fo .

 

Umsókn

Tú søkir størvini við at senda ein teldupost til [email protected] við viðkomandi upplýsingum/vinnubrævi. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til maritima stjóra, Jóhan av Reyni á tlf 580500.

Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.