Heilsuskúli Føroya søkir eftir lærarum

Heilsuskúli Føroya søkir eftir lærarum

Heilsuskúli Føroya søkir eftir lærarum til skúlaárið 2021/2022 í hesum lærugreinum:

føroyskt, enskt, danskt, náttúrulæru, samfelagsfrøði og IT-mentan

Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at taka lut í øðrum uppgávum, ið ikki beinleiðis eru knýttar at fakligu undirvísingini. Hetta arbeiðið kann liggja uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Størvini verða sett út frá einari heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum og kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv. Undirvísingin liggur í blokkum millum 3-6 mánaðir.

Útbúgving og royndir
Lærarar skulu hava kandidat- ella masterútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi.

Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri og at tú vilt taka virknan lut í at menna Heilsuskúla Føroya. Harafturat verður dentur lagdur á góðar KT-førleikar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. mei 2021. Umsóknir skulu sendast til [email protected].

Nærri kunning fæst við at venda sær til Vivie Kirke Davidsen, skúlastjóra, á tlf. 294200 ella [email protected].