Ritstjóri til Bókadeildina

Ritstjóri til Bókadeildina

Bókadeild Føroya Lærarafelags søkir eftir ritstjóra at arbeiða fulla tíð frá august 2021.

Starvið fevnir um fjølbroyttar uppgávur á forlagnum. Høvuðsuppgávurnar eru at ritstjórna upprunaføroyskar og týddar bøkur til útgávu, og stórur partur av hesum arbeiðnum er at rættlesa, men eisini at samskifta við útlendsk forløg.

Til starvið krevst:
• Viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir
• Stórur áhugi og vitan um bókmentir, serliga barna- og ungdómsbøkur
• Sera góðir málsligir førleikar at arbeiða við teksti og at rættlesa
• At duga at samskifta á norðurlendskum og enskum máli
• At tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samskiftir opið og væl við onnur

Løn og setanartreytir eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran á Bókadeildini á tlf. 235772 ella á [email protected]

Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum skal vera Bókadeildini í hendi 1. juni 2021:

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Postrúm
FO-110 Tórshavn
Ella senda til [email protected]

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Les meira á www.bfl.fo.