fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

19. apr. 2024
Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Søkt verður eftir einum ráðgeva at arbeiða við gransking og menning á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið verður sett so skjótt, sum til ber.

 

Starvsøkið

Granskingar- og framtakseindin er ein fyrisitingarlig eind á Fróðskaparsetrinum, ið arbeiðir við at fremja og menna granskingarøkið á Setrinum, umframt at røkja uttanhýsis samstørv. Tann, sum verður sett/ur í starvið, skal millum annað arbeiða við at ráðgeva og seta í verk felags karmar fyri gransking, menna strategisku ætlanirnar í verki, stuðla granskarum í teirra granskingartilgongd og menning og arbeiða við at bera fram granskingarvirksemi.

Ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar fevna um at skapa og menna samstørv millum Setrið og uttanhýsis partar í Føroyum og uttanlands, at ráðgeva um innanhýsis og uttanhýsis møguleikar fyri samstørvum, vegleiða um innanhýsis mannagongdir og fígging, standa fyri dagføring av kunning, umframt at samskifta við granskingarleiðarar, fyrisiting og leiðslu.

 

Førleikar

Umsøkjarin skal hava hægri akademiska útbúgving og hava starvsroyndir bæði frá gransking og vinnulívi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

 

  •   Ph.d.-útbúgving
  •   Royndir við líknandi arbeiðsuppgávum, t.d. íverksetan av samstørvum og           

  granskingarverkætlanum á stovnum ella í fyritøkum

  •   Gott innlit í gransking og virksemi á einum granskingarstovni
  •   Hollar royndir frá føroyskum vinnulívi, herundir vinnuligari menning og gransking
  •   Royndir við gransking og umsiting av hesum antin í Føroyum ella uttanlands
  •   Góðan málførleika og dugir væl føroyskt, danskt og enskt munnliga og skrivliga
  •   Góð samskiftis- og samstarvsevni, serliga í toymi
  •   Áræði at fara undir nýggjar uppgávur og sjálvstøðugt leggja tær til rættis á ein skipaðan hátt

 

Væntað verður, at umsøkjarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og verða settir í starv, innan 3 til 4 ár ogna sær førleika í føroyskum. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

 

Umsøkjarin kann vænta, at arbeiðsuppgávurnar broytast yvir tíð, og umsøkjarin má verða jaligur mótvegis broytingum og umlegging av eindini og uppgávunum.

 

Umsókn

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Søkt verður um starvið við at fylla hetta oyðublaðið út og hefta viðkomandi skjøl við.

 

Løn- og setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

 

Freist
Umsóknarfreist er tann 3. mai 2024.

 

Nærri upplýsingar
Neyvari fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, prorektara fyri gransking, tlf. 292270, magnim@setur.fo

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

 

Umsóknarfreist: 03. mai 2024
06. mar. 2024
Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Starv innan dátuvísindi við denti á tólneti er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini við setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði og Diplom í web-menning. Harafturat er masterútbúgving í dátuvísindum.

 

Starvsøkið

Starvssetanin verður sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari kann eisini vera parttíðarstarv sambært ynskjum, førleikum og royndum umsøkjarans. Góðir menningarmøguleikar vera í starvinum, til dømis luttøka á skeiðum og ráðstevnum innan fakøkið.

 

Undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur í starvinum verða fyrst og fremst á masterútbúgvingini í dátuvísindum í skeiðinum tólneti, umframt í valskeiðum og verkætlanum innan tólnet. Harumframt verða undirvísing og fyrisitingarligar uppgávur møguliga á øðrum skeiðum, sum eru knýtt at bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði og masterútbúgvingini í dátuvísindum. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

 

Granskingarparturin í starvinum sum adjunktur/lektari/professari verður í stóran mun tongdur at áhugamálum umsøkjarans. Fyri slík størv er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og/ella uttanlands.

 

Førleikar

Fyri at verða settur í starvið sum adjunktur/lektari/professari ella námslektari, skal umsøkjari hava ph.d.-útbúgving ella M.Sc.-útbúgving í teldufrøði, verkfrøði ella náttúruvísindum.

 

Ynskiligt hava umsøkjarar undirvísingarroyndir á universitetsstigi í tólneti og/ella royndir við samskiftistøkni, teldunetverkum, stýrisskipanum, forritan, web-skipanum og dátugrunnum.

 

Adjunktstarv er tíðaravmarkað undirvísingar- og granskingarstarv, har tann setti skal virka fyri at menna sínar førleikar til at verða ájavnt við lektaraførleika. Adjunkttíðin er vanliga 4 ár, men kann, um umstøðurnar tala fyri tí, avtalast til 6 ár. Í góðari tíð, áðrenn adjunkttíðin gongur út, skal adjunkturin lata seg lektarameta, og tá kann adjunkturin setast í starv sum lektari, um metingin er jalig, og um umstøðurnar loyva hesum.

 

Størv sum lektari/professari ella námslektari við ph.d. eru føst størv, men kunnu í avmarkaðari tíð verða sett parttíð.

 

Námslektarar skulu fyrst og fremst hava góðan pedagogiskan førleika, vera góðir undirvísarar og hava nýggja gransking á avvarðandi vísindaøki sum grundarlag. Harafturat skulu námslektarar hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing.

 

Lektari skal hava sera góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki. Lektari skal hava góðan pedagogiskan førleika og fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.

 

Professarar skulu hava besta vísindaliga og fakliga førleika, góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Professarar hava evstu fakligu ábyrgdina av sínum fakøki. Professarar hava (undir umsjón frá dekani) serliga ábyrgd av góðskuni í gransking og undirvísing á sínum øki og at stuðla starvsfeløgum í fakligari menning.

 

Fyrimun hava umsøkjarar við góðum málførleikum í føroyskum, skandinaviskum og enskum. Víst verður í hesum sambandi til málpolitikkin hjá Setrinum, sum sæst her.

 

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast CV, yvirlit yvir útbúgvingargongd og starvsroyndir og heil avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður). Til starv sum adjunkt/lektari/professari skal umsóknin vera á enskum máli og innihalda stutta lýsing av granskingaráhugamálum umsøkjarans, og vísindaligu avrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini (í mesta lagi 5 tey mest týðandi vísindaavrikini). Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og viðfesta viðkomandi skjølini.

 

Setanargongd

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Freist

Umsóknarfreist er mánadagin 29. apríl 2024.

 

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hannes Gislason (hannesg@setur.fo), ph.d., professara, virkandi dekan og útbúgvingarleiðara fyri M.Sc. í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini, ella Hilmar Simonsen (hilmars@setur.fo), ph.d., varadekan, útbúgvingarleiðara fyri B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

 

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 130 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Umsóknarfreist: 29. apr. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor